Um kvøldskúlan

Fuglafjarða kvøldskúli er ein av størstu kvøldskúlunum í landinum, við sera nógvum og fjølbroyttum skeiðum.

Vit leggja okkum eftir at hava handalig, skapandi, mennandi og samfelags viðkomandi skeið til allar aldursbólkar, har borgarin kann fáa nógvar, góðar og mennandi upplivingar.

Ynskja at samstarva við vinnulívið á staðnum og hava skeið saman við vinnilívinum.

Leggja okkum eisini eftir at nýta ymiskar bygningar í kommununi til skeiðini.

Ynskja at leggja dent á at hava nýggj skeið á skrá hvørt hálvár.

Øll skeið eru tó treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá mynduleikunum.

Miða verður ímóti at hava kvøldskúlaframsýning seinast í apríl á hvørjum ári.

Ynski øllum, luttakarum sum lærarum eitt innihaldsríkt og gott kvøldskúlaár.

Nýggju skeiðini koma út um hálvan sept 2024, tó byrja Callanetics og Pilates í august og fyrst í sept.

Vh Jastrid á Dalbø, kvøldskúlaleiðari.

Vegleiðing til at brúka heimasíðuna

Næmingar í Fuglafjarðar skúla hava gjørt sær ómakin, at gera hesa sjónbandsvegleiðingina fyri at vísa tykkum, hvussu tit melda tykkum til eitt skeið.