Keyps- og veitingartreytir

1. Inngangur

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo
66 80 00

2. Avtalutreytir og upplýsingaskylda

Tá ið tú rindar fyri eitt skeið, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.

3. Trygd í sambandi við keyp

Fuglafjarðar kommuna nýtir Quickpay til at handfara keyp á hesi síðu.

Quickpay veitir í samstarvi við Clearhaus vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).

Fuglafjarðar kommuna hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.

4. Rindan

Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:

  • Visa
  • Mastercard

Tú rindar við at skriva títt kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út. Ókeypis er at nýta gjaldkortið. 

5. Gjaldoyra og kvittan

Allir prísir eru í donskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.

Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið.

Skeiðini eru frítikin fyri MVG.

6. Vøruveitingar

Tá skeiðið er goldið ert tú tilmeldaður til skeiðið. Gjaldið verður ikki endurrindað um tú av einhvørjari orsøk velur at gevast á skeiðnum. Verður skeiðið avlýst verður upphæddin tó endurrindað.