Týsdagin 21. apríl 2026

Dagmar Beder heldur setanarrøðuna av kvøldskúlaframsýningini 2026

Góðan dag og hjartaliga vælkomin til kvøldskúlaframsýningina. Í dag fáa tit høvi at síggja okkara framsýning og at hoyra dugnaligu næmingarnir hjá Haldóri Joensen og Marjuni Wolles framføra nøkur løg á harmoniku og klaver. 
Eg havi búð á Kambsdali síðani 1988. Eg eri tilflytari, men føli meg ikki sum ein slíkan longur. Tað kemst av, at eg frá fyrsta degi havi verið ein partur av tí mentanarliga lívinum, sum kommunan raðfestir so høgt. Eg havi altíð kent meg væl her og  havi verið virkin í tí, sum rørir seg í kommununi. 
Eg eri so heppin at at vera ein partur av Fuglafjarðar kvøldskúla. Kvøldskúlin hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin hjá mær og hjá nógvum borgarum í bygdini. Fyri at borgararnir í einari kommunu skulu trívast, er av stórum týdningi at tilboðini eru fjølbroytt. Og tað eru tey í Fuglafjarðar kommunu. Vit kunnu byrja inni her, uttan Pidda,sa handil og Ribarhús og øllum teimum tiltøkum sum her eru, hevði verið fátæksligt. Í Fuglafirði er ítróttur av alskyns slag, her eru trúðarsamfeløg sum savna nógvar borgarar, her eru áhugafeløg. Her eru eisini tiltøk s.s. Harmonikutreff, Bilatreff, Kórstena o.a. Og ikki at gloyma Mentunarhúsið sum er karmur um nógv áhugaverd tiltøk innan mentan. Mentunarhúsið hevur júst verið karmur um ein sera væleydnaðan Bindifestival. Í hesum sambandi má eg eisini nevna onnur støð sum Sjóstovan Unika, Framherji og okkara stásiliga býráðssal. Bindifestivalurin setir Fuglafjørð á heimskortið.  
Eg vil takka øllum eldsálum sum skipa fyri alskins tiltøkum, og øllum tykkum sjálvbodnu sum gera at tað ber til. Uttan tykkum hevði onki borið til. Takk fyri. 
Vit hava ein sera væl stýrdan kvøldskúla við nógvum møguleikum, her er okkurt til nærum øll. Fuglafjarðar kvøldskúli hevur sera nógv skeið at velja ímillum í mun til fólkatali í kommununi. Summi skeið eru allan veturin, vanliga eitt kvøld um vikuna, onnur skeið eru styttri. Summi eru nøkur vikuskiftir og onnur í eina viku út í eitt. Skeiðini verða skipaði alt eftir tørvi og møguleikum. 
Hendan framsýningin vísir bert ein lítlan part av kvøldsskúlanum, tað eru nógv skeið sum ikki kunnu sýnast fram s.s. rørsla, lektiuhjálp o.a. Ella... Eg og Johan kundu kanska tikið ein ”svingom”? Nei tvætl, tað skulu vit spara tykkum fyri... Men vit ganga til pardans týskvøld í Lonini. Tað er fantastiskt, tað vil eg ráða øllum til at gera. Vit vera ikki føroyameistarar í dansi, men vit fara út saman, vit røra okkum, vit læra nakað nýtt, vit hava tað stuttligt , vit flenna, vit drekka ein góðan drekkamunn, vit práta saman og hava ein góðan felagskap við øllum hinum luttakarunum og lærarunum (Áshild og Bjarni Kjærbo). Tað er ein sonn gleði. 
 
Eg havi havt Stokkavøld síðani 2008. Eg bleiv spurd um eg kundi hava Stokkakvøld, hugsanin var at eg skuldi geva grundleggjandi vitan innan binding til yngra ættarliðið. Hetta helt eg at eg fór at megna og játtaði. 
Men tá eg sá hvørjar meldaðu til, bleiv eg nokkso illa við. Tað vóru kvinnur við sera hollari vitan og hegni innan binding. Nógvar dugdu líka væl og betri enn eg. Eg hugsaði at hetta fór at vera ein trupul uppgáva, hvat skuldi eg læra tær? Men nú hevði eg játtað meg til at taka hesa uppgávuna á meg, so nú mátti eg royna. 
Gjøgnum ár og dag havi eg fingið staðfest, at tú ongantíð verður liðug at læra at binda, tað eru óteljandi hættir, og ráki innan binding steðgar ongantíð. Vit samlast um sama áhugamál. Vit læra og ávirka hvørja aðra. Vit hava eitt gott samanhald, vit hugna okkum saman. Vit enda altíð kvøldskúlaskeiði við at fara út at eta. Eftir summarsteðgin gleði eg meg til at kvøldskúlin byrjar aftur. 
Tey fyrstu árini vóru vit ikki so nógvar, men talið av luttakarum er vaksi ár undan ári. Seinasta vetur hoyrdi eg um fleiri sum ikki kundu koma til Stokkakvøld tí tað var fullteknað. Tað harmaði meg, so eg spurdi, um eg kundi fáa ein lærara afturat mær, soleiðis at vit kudu taka fleiri luttakarar inn. Tað bleiv játta, tí havi eg nú fingið Lindu Joensen at undirvísa saman við mær, tað eri eg sera glað fyri. Takk fyri at tú játtaði Linda. 
So, um tú saknar ein góðan felagsskap, kanska ikki gongur í nøkrum bindiklubba ella tær tørvar hjálp at binda kom so og gang til Stokkakvøld, tað fert tú ikki at angra. 
 
Eg eri eisini sera fegin um at læra allar hesar kvinnurnar at kenna. Eg sigi kvinnur, tí enn hevur ongin maður luttikið, hóast teir sjálvandi eisini eru vælkomnir. Uttan kvøldskúlan hevði eg ikki kent hesar kvinnur á sama hátt. ... Mínir tankar leita eisini til tær sum ikki eru millum okkum meir, tómrúmið er stórt, vit sakna tær allar. ( Matilda, Joy, Liss, Tordis, Eyð ) 
 
Tá eg byrjaði var Randi Larsen kvøldskúlaleiðari. Henni á baki kom Brynhild Næs, síðani Jastrid á Dalbø og nú Ása á Høgaryggi. Allar sera dugnaligar og hava sett sín dám á kvøldskúlan. Takk fyri tykkara íkast. 
Eg havi bert tosað um tey kvøldskúlaskeið sum eg havi verið partur av. Tað eru nógvir møguleikar í Fuglafjarðar kvøldskúla. Halt eyga við skránni sum kemur út í heyst, har er heilt víst okkurt til tín. 
Gevi tykkum stundir at njóta hesa løtuna. 
 
Við hesum orðum er kvøldskúlaframsýningin sett.  
Takk fyri. 
Dagmar Beder 

25. apríl 2026

Rutt Hansen hugleiðir um tídning kvøldskúlans

Fuglafjarðar hornorkestur skipar fyri Flaggdagshaldinum í Fuglafirði, og tað gjørdu tey eisini í ár. Hornorkestrið spælir, skótarnir marsjera og í ár var tað Gunnar Hjelm, sum helt Flaggdagsrøðuna til Flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Tjóðsangurin verður sjálvandi sungin og vit hava altíð eitt vakurt Flaggdagshald í Fuglafirði - takk til Fuglafjarðar hornorkestur, skótaliðini hjá KFM og K; Erla Kongsdóttir og Gullbrandur, Fuglafjarðar bókasavn og onnur, takk fyri.

Aftaná flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini er siðvenja í Fuglafirði at leggja leiðina framvið kvøldskúlaframsýningini, áveg oman í kappróðrarneysti, og solieðis var eisini í ár. Á kvøldskúlaframsýningini, aftaná flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini, hevði Rutt Hansen eina hugleiðing. Rutt Hansen hevur undirvíst í brodering í Fuglafjarðar kvøldskúla í 26 ár - vit eru sera glað fyri at hava hana í Fuglafjarðar kvøldskúla. Hugleiðingin hjá Rutt Hansen sæst her:

Mikudagin 22. apríl 2026

Kvøldskúlaframsýningin fyri kvøldskúlaárið 2025/26 lat upp týsdagin 21. apríl í Gallarí Ribarhús. Dagmar Beder setti framsýningina við vøkrum orðum og Harmonikuorkestrið hjá Hóraldi Joensen setti sín dám á løtuna, eins og klavernæmingarnir hjá Marjuni Wolles eisini gjørdu tað. Ein hugnalig løta við góðum orðnum, drekkamunni og tónleiki. Takk fyri til øll, sum komu til setanina, og sum á ein ella annan hátt hava tikið lut í framsýningini.
Framsýningin er framvegis at síggja í gallarínum í dag og í morgin, samstundis, sum Piddasahandil hevur opið, og til ber at keypa sær ein góðan drekkamunn við Lúkuna.
Leygardagin verður aftur ein løta, beint aftaná flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini, og tá kemur Rutt Hansen at siga nøkur orð og aftur hendan dagin er møguleiki at keypa sær ein góðan drekkamunn frá Jamboreeskótunum. Verið vælkomin! See less