Postalínsmáling
Skeið í postalínsmáling
Hevur tú hug at læra at mála við postalínsfarvum? So er hetta skeiðið kanska nakað fyri teg!
Vit fara at læra grundreglurnar í postalínsmáling og royna okkum fram við ymiskum litum og teknikkum. Tú nýtist ikki at hava roynt tað áður – skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og tey, sum hava málað við postalínsfarvum fyrr.
Vit møtast hvørt týskvøld kl. 19.00–22.00.
Møguleiki verður at keypa eitt byrjunarsett fyri 700 kr. Tað inniheldur alt tað grundleggjandi, sum tú skalt brúka:
• 11 postalínsfarvur
• Stabilo-blýant
• Vendbaran teknipenna
• Skrapipenna við skafti
• 2 ymiskar penslar
• Opspartlingsplátu
• Grafirpappír
• Skoliskál
• 4D málarolju
Seinni verður eisini møguleiki at bíleggja ymisk sertilfar og serútgerð í felag, um tørvur er á tí. Tilfarið verður bíleggt frá www.sgt.dk, har ber eisini til at síggja vørulistar.
Kom við til nakrar hugnaligar tímar, har vit læra, royna okkum fram og skapa nakað vakurt saman. ✨