Fult teknað
|
Sára Jacobsen

Súrdeiggjskeið vár 2026

Vit kunnu nú avdúka, at súrdeiggjskeiðið, sum nógv hava spurt um, gerst veruleiki longu í mars!

Sára Jacobsen, sum hevur Instagram-vangan Rawmilkandtallow, kemur til Fuglafjarðar at læra luttakarar at gera og brúka súrdeiggj. Hon hevur startara við til luttakararnar, og tit fara at baka saman, læra at fóðra súrdeiggið v.m., so tit kunnu halda áfram heima.

Einans 8 luttakarapláss eru til hetta skeiðið, so tað ræður um at skunda sær.

Tilmeldingin letur upp 28. januar 2026, og kostnaðurin er 400 kr pluss møg. forbrúk.
(Harafturat fáa tit møguliga boð um at hava breyðform/ar, hevikurv o.a. við. Verður hetta neyðugt, fáa tit boðini í góðari tíð, soleiðis at tit hava tíð at skaffa tað.)

 

Súrdeiggjskeið við Sáru Jacobsen

Fríggjadagin 20. mars kl. 17:00-22:00 gera starter við klumpi frá undirvísara
Leygardagin 21. Mars kl.10:00-15:00 baka breyð

Mikukvøld 1. apríl kl. 17:00 – 22:00 baka ymisk breyð við súrdeiggj
Skírisdag 2. apríl kl. 10:00 - 15:00 baka ymisk breyð við súrdeiggj

 

Prísur
400 kr