Handywoman
Húsaskeið fyri kvinnur í mars 2026
Lær at brúka basal amboð til at fixa ting í húsinum.
Ivast tú í hvussu tú styttir ein leidning, hongur eina hyll beint upp ella hvussu tú heldur rætt í einari sag? Hvat fyri skrúvur tú brúkar til hvat slag av veggi, og hvat við hasum har dimsinum 'plugs'?
Nakað av hesum og meira afturat kanst tú læra um á hesum skeiðnum.
Um vit eru so heppin at fáa 8 tilmeldingar áðrenn hósdagurin 5. mars er av, so byrja vit longu nú leygardagin 7. mars í smíðstovuni í skúlanum kl.10:00-16:00, har tit hava ein matpakka við og vit brúka dagin saman til at læra at røkja ymiskt í heiminum ígjøgnum hands-on royndum, forkláringum og demonstreringum.
(Skeiðið er tveir leygardagar, møguliga 3, so um ikki nokk tilmeldingar eru komnar áðrenn 6. mars, so byrja vit skeiðið 14. mars)
So tak vinkonuna, mammuna, dóttrina, ommuna, gummuna, fastrina ella onkra kvinnu undir armin og kom á kvinnuskeið í smíðstovuni.
Vælkomin at taka tíni egnu amboð við, um tú eigur nakað, so sum: stikksag, rundsag, borimaskinu, skrúvumaskinu, vaturpass, tummastokk, vinkul v.m. umframt eitt nú trygdarbrillur, hoyravernd, blýant og annað relevant, og tað er eitt gott hugskot at skriva navn á ;)
Endamál: Læra at handfara amboð og maskinur.
Innihald: At taka sær av smátingum í heiminum so sum at stytta/leingja leidningar, evna lutir úr træi (t.d. gera eina hyll, ein blomsturkassa, ein skammil e.l.) við atliti at førleikanum hjá luttakaranum.
Øll frá 14 ár og uppeftir eru vælkomin.
- Leygardagin 7. mars kl.10.00-16:00
- Leygardagin 14. mars kl.10:00-16:00
- Leygardagin 21. mars kl.10:00-16:00