Seymiskeið - morgunseyming februar 2026
Skeiði er hesar mikudagar og hósdagar: 11., 12., 25. & 26. feb. 2026 kl.10:00-15:00
Morgunseyming vetur/vár 2026
Nú ber til at tekna seg til morgunseyming í februar
Á hesum skeiðnum kunnu tit seyma tað sum tit hava hug til – burturúr tí sum tit hava við hondina – gamalt ella nýtt her er alt lov og bara hugflogið setur mørkini.
Grýlubúnar kundi veri eitt. Bøkur og bløð til íblástur finnast her og eisini onkur mynstur og tvær seymimaskinur, sum tit kunnu brúka. Annars er best at hava sína egnu seymimaskinu við og allar vanligar seymigreiður – s.s. saks centimeturmál, knappanálir, klemmur, trá, maskinnálir, blíant og pappír tilfar at seyma úr osv
Hav seymimaskinu og seymigreiðir við.
(Vit hava tvær seymimaskinur, um onkur skuldi ynskt at luttikið á skeiðnum, sum ikki eigur eina sjálvur)