Morgunseyming á Ribarslofti (Heystskeið 2025)
Skeiði er hesar mikudagar og hósdagar: 15., 16., 29., 30. okt. & 5. og 6. nov. 2025 kl.10:00-15:00
Kreativ seyming har alt ber til og har seymast kann úr øllum møguligum nýggjum sum endurnýttum toy. T.d. bundnum og tøvdum, gomlum broderíum, brúktum leðurjakkum ella kovboytoy, leðurrestum og ymiskum endurnýttum.
Fá góð hugskot og hjálp til at seyma okkurt spennandi til børn ella vaksin, t.d. klæðir, taskur ella brúksting til heimið, pútur, pungar.
Her kanst tú fáa góð hugskot - tekna mynstur og klippa – super at seyma jólagávur.
Kanska onkur jólatrøll frá farnum tíðum kunnu fáa nýtt lív. Her er gott klippiborð og annars góð viðurskifti til alt møgilligt.
At hava við: tað tú ætlar at gera og vanligar seymigreyðir mynsturpappír v.m. Um tú ætlar at seyma so er best at hava tína egnu seymimaskinu við – Nakað av leður restum fáast bíliga á skeiðnum og eisini nøkur stramai broderí, nakrar møbelstoffrestir og lynlás.
Hav seymimaskinu og seymigreiðir við.