Kvøldskúlin í Fuglafirði leggur seg eftir at hava innihaldsrík, kveikjandi og skapandi skeið til allar aldursbólkar. Fuglafjarðar kvøldskúli er ein av størstu kvøldskúlunum í landinum, við sera nógvum og fjølbroyttum skeiðum. Vit leggja okkum eftir at hava handalig, skapandi, mennandi og samfelags viðkomandi skeið til allar aldursbólkar, har borgarin kann fáa nógvar, góðar og mennandi upplivingar.