28 tøk pláss
|
Ingibjørg Berg
Upphiting til kommunuval
Tvey týskvøld á rað áðrenn kommunuvalið 2024.
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum, sum stilla upp til kommunuvalið 2024 og øðrum áhugaðum vitan um kommunur og tær arbeiðstreytir og -møguleikar, kommunupolitikarin hevur í yrki sínum sum borgaraumboð.
Í fyrra partinum lýsa vit kommunur sum fólkaræðisliga frumeind, vit viðgera kommunubygnaðir og teir valmøguleikarnar, kommunur hava fyri at skipa seg. Vit umrøða her eisini uppgávur og leiklutir í politisku skipanini.
Í seinna partinum viðgera vit kommunupolitikk og kommunupolitikaran. Vit umrøða leiklutir, heimildir, skyldur og møguleikar í politiska arbeiðinum. Vit lýsa politiska og fyrisitingarliga valdið og umrøða, hvussu bæði politikara- og leiðslustílir kunnu virka fremjandi ella darvandi fyri politiska arbeiðið.
Ingibjørg Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir í og kunnleika til kommunala økið. Hon var eitt skifti stjóri í Kommunusamskipanini (nú Kommunufelagið), hon hevur verið trivnaðarstjóri og síðani kommunustjóri í Tórshavar kommunu í 10 ár. Nú er Ingibjørg námslektari á Fróðskaparsetrinum, har hon umframt at vera útbúgvingarleiðari í stjórnmálafrøði undirvísir í almennari umsiting og í MA í leiðslu og skipan.
Nær
22. og 29. oktobur
Dagur:
Týsdag
Klokkan
19.00-21.00
Hvar
Ribarhús
Prísur
100 kr