7 tøk pláss
|
Katrina Vang
Lær at hekla eftir uppskrift
Skeið fyri nýbyrjarar í hekling.
Hug at læra at hekkla? Kom á hekkliskeið, so skal eg leggja tær lag á og hjálpa tær.
Vit hittast eitt kvøld um vikuna og hekkla saman.
Tá skeiðið er av, hevur tú lært at hekkla og dugir at lesa vanligar hekkliuppskriftir.
Skeiðið er hesar týsdagar: 18., og 25. nov. & 2., 9. og 16. des. 2025
*Áðrenn skeiðið byrjar fáa tit eini boð frá mær við upplýsingum um hvørja stødd av heklinál og tógvi tit skulu skaffa tykkum.
Fyrstu hekkliuppskriftina gevi eg tykkum, og síðani havi eg fleiri, sum tit kunnu velja ímillum, ella tit hava tykkara egnu hekkliuppskrift við, men til tað fyrsta kvøldið, so eg kann læra tykkum øll, so fáa tit eina uppskrift frá mær.
Dagur
Týsdag
Klokkan
18:30-21:00
Hvar
Fuglafjarðar skúli, gamla skúlabókasavnið
Byrjar
18. nov. 2025
Prísur
400 kr